car preloader

Skattaviðurskifti við útleigu

  1. Øll inntøka skal skattast
    Sum bil-eigari skalt tú altíð upplýsa inntøkuna, tú fært við útleigu.

  2. Frádráttur fyri útreiðslur
    Tú kanst draga frá útreiðslur, sum hava beinleiðis samband við útleiguna (t.d. viðlíkahald, reingerð o.l.).

  3. Einki frímark
    Øll inntøka skal gevast upp til skatt – tað er eingin skattafrí upphædd, sum vit t.d. kenna frá summarhúsum.

  4. Alt er B-inntøka
    Allar inntøkur frá útleigu eru B-inntøkur og skulu gevast upp til TAKS. Tað er ikki nakað ávíst mark, har tað broytist til “vinnuligt virksemi” – øll inntøka verður løgd saman hjá tí einstaka.

  5. Mvg-skylda
    Útleiga av bilum er ein mvg-skyldug tænasta. Um tín inntøka frá útleigu gerst sera stór, kann tað verða kravt, at tú sum bil-eigari sjálvur verður mvg-skrásettur.

  6. Dokumentatión
    Tú mást gera ein roknskap at lata til TAKS. Sum grundarlag til hetta skalt tú hava skjøl (t.d. leiguavtalur, rokningar ella ársuppgerð).
👉 Vit mæla øllum bil-eigarum til at hava ein einfaldan roknskap yvir inntøku og útreiðslur og altíð upplýsa inntøkuna til TAKS.

Need help renting online? call us at +298 585759